Mikudagin varð boðað frá innbroti í Á-handlinum við Norðskála, og løgreglan hevur nú skuldsett ein persón í málinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vakmyndatól avdúkaðu, at talan var um í minsta lagi tveir tjóvar, sum høvdu latið seg soleiðis í, at teir ikki skuldu kennast aftur.
Tjóvarnir komu inn við at bróta ein rút í hurðini, og fóru teir í peningaskápið, sum teir onkursvegna høvdu fingið fatur á lyklinum til, eftir peningi.
Les eisini: Innbrotstjóvar funnu lykilin til peningaskápið
Vaktleiðarin upplýsir, at upphæddin, sum tjóvarnir fóru av stað við, var millum 10.000 og 50.000 krónur.
Persónurin, sum er tikin fyri innbrotið, hevur játtað seg sekan. Enn verður tó leitað eftir hinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald