
Seinasta samdøgrið eru tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring.
Ein varð steðgaður í Suðuroynni í gjár, tí løgreglan hevði illgruna til, at førarin var ávirkaður. Tað vísti hann seg eisini at vera, og tí varð hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Ein annar bilførari varð tikin í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp seint í gjárkvøldið.
Løgreglan fekk eina fráboðan um 23-tíðina um, at ein parkeraður bilur varð raktur av einum øðrum bili, sum síðani var koyrdur av staðnum. Løgreglan royndi síðani at finna fram til bilføraran, og viðkomandi varð funnin um klokkan trý í nátt.
Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og verður ein tikin ávirkaður innan fyri seks tímar eftir eitt ferðsluóhapp, verður ein skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og verður hesin tí skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður.
Hann noktaði at upplýsa, hvør hann var, sum mann annars hevur skyldu til at gera, tá løgreglan spyr, og tí varð hann handtikin, og hann liggur enn á støðini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Um 23-tíðina í gjárkvøldið var eisini eitt annað ferðsluóhapp í Havn, har ein maður á súkklu varð árendur av einum bili. Hann fekk skaða í beinið og varð koyrdur á sjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald