Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra rúsdrekkaávirkaðir í Havn.
Fyrri bilførarin varð tikin á middegi í gjár undir vanligum eftirliti hjá løgregluni, og tann seinni varð tikin í nátt í sambandi við eitt mál um bruksstuldur av einum bili.
Tað var klokkan fýra í nátt, og boðað varð frá, at ein bilur varð stolin í Havn. Løgreglan fann tó bilin aftur, og vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, so hann er skuldsettur fyri bæði at koyra ávirkaður og fyri at stjala bilin.
Eigarin hevði latið lyklarnar vera eftir í bilinum, og tað fær viðkomandi eina bót fyri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald