![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Borgarstjórin í Skopunar kommunu er sum vera man ónøgdur um maskinbrekið á Teistanum á middegi, og nakað út á seinnapartin. Hann gjørdi sær ein túr út á keiina, har fólk stóðu og bíðaðu eftir Teistanum.
- Tey vóru fullkomiliga ørkymlaði, tí har kom eingin bátur, og eingin kunning. Øll hava ikki hasa har vælsignaðu SMS skipanina, segði Gerhard Lognberg við útvarpið seinnapartin, sum hartar Stranferðsluna fyri ikki at koyra kunningina í miðlarnar.
Hann greiddi frá, at nøkur av hesum fólkunum skuldu á flogvøllin.
- Nógv av hesum fólkunum skuldu náa ein flúgvara. So tey máttu renna runt at fáa fatur á einum báti at sigla seg yvir um. Og tað bleiv so gjørt.
- Tað allar minsta er at leiðslan strandferðslani beinanvegin koyrir tað út í miðlarnar, og fær ein bát at sigla í millum til Sandoynna. At vit ikki hava ein bát intresserar meg ikki.
- Vit eru í 2018, tað er tað allarminsta at Strandferðslan hevur eitt skip, sum kann sigla í Sandoynna, segði Gerhard Lognberg við útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald