2018-06-22 14:35
Sunda býráð hevur avgjørt, at skúlin á Bø í Haldórsvík skal takast niður. Skúlin er gamal og illa farin, og tí verður avgjørt at taka hann niður í summar.
Kommunan hevur longu umvælt ein skúla, og tí fer kommunan at hampað økið, har skúlin á Bø stendur nú, og gera eina gøtu oman á sandin, skrivar Sunda kommuna. Hugnaligt trivnaðarøkið verður gjørt og gomlu trøini verða varðveitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald