Runavíkar kommuna fer nú undir umfatandi um- og útbygging av gamla bygdaskúlanum í Elduvík.
Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, í vikuni hevur skrivað undir avtalu við felagið Spf. Holm Bygging um at standa fyri arbeiðinum, sum er mett at kosta slakar 1,3 milliónir krónur.
Arbeiðið byrjar sum skjótast, og væntandi stendur skúlin liðugur í mai ella juni mánaði.
Skúlin í Elduvík er frá 1887 og varð brúktur sum skúli “fram til okkara tíð”. Bygningurin hevur síðan, men eisini meðan hann var skúli, virkað sum savningarstaður fyri bygdafólkið og sum fundarstaður í táverandi Elduvíkar kommunu. Eftir at Elduvíkar og Runavíkar kommunur løgdu saman í 2005 hevur eisini onkur býráðsfundur verið hildin í lítla skúlanum.
Tað hevur leingi verið greitt, at ábøtur skulu gerast, um skúlin framhaldandi skal kunna brúkast til alskyns fundarvirksemi, bygdasavn og miðdepil í sambandi við at ferðafólkaskip vitja bygdina.
Peningur er settur av í ár, og ætlandi aftur næsta ár, soleiðis, at skúlin verður nútímansgjørdur innan, meðan útsjóndin uttan verður hin sama. Einar Toftegaard hevur teknað við tí í hyggju, at skúlastovan verður víðkað til ytstu mørk, og at ein tilbygningur í øðrvísi sniði, við gangi ímillum, verður bygdur uppat skúlanum. Neyðugir hentleikar – so sum nátthús og køkur – eru partar av umbótini, og ætlanin er at leggja flag á takið aftur, skrivar runavik.fo.
(Mynd: Runavíkar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald