Mentan

Skúlin við Løgmannabreyt fingið bát

Umframt siðsøguliga íkastið, fer báturin eisini at fáa leiklut sum eitt møbilstykki, sum næmingar kunnu sita í, t.d. lesa, hava bólkaarbeiði ella bara at práta

(Mynd: Svl.fo)

(Mynd: Svl.fo)

2019-11-23 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin vóru næmingar og lærarar úr Skúlanum við Løgmannabreyt í Kvívík. Farið varð eftir einum fýramannafari, og ætlanin er at báturin skal standa í námsfrøðiliga deplinum í Skúlanum við Løgmannabreyt.

- Endamálið er at kasta ljós á føroyska bátin, sum í gjøgnum tíðirnar hevur havt sera stóran týdning fyri okkum føroyingar. Umframt siðsøguliga íkastið, fer báturin eisini at fáa leiklut sum eitt møbilstykki, sum næmingar kunnu sita í, t.d. lesa, hava bólkaarbeiði ella bara at práta, skrivar svl.fo á heimasíðuni.

[object Object](Mynd: Svl.fo)

Lærarar saman við næmingum í nøkrum flokkum vóru eftir bátinum og næsta stig verður at seta hann í stand. Bátin smíðaði Marius í Funningi í 1932 til Jens Nikláa Petersen í Kvívík, sum brúkti bátin í næstan 60 ár. Síðani 1990 hevur báturin staðið í einum neysti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder