2026-05-06 07:43
Tað er ‘stóri skulkidagur’ á miðnámsskúlanum á Kambsdali í dag. Altso seinasti vanligi skúladagur hjá fráfaringarflokkunum, og hetta plagar at skapa órógv við at næmingar fara út at órógva ferðsluna.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini ávarar tí bilførarar, sum skulu koyra gjøgnum Kambsdal í dag, at tey kunnu rokna við órógvi. Kanska tað er eitt hugskot at fara heimanífrá fyrr enn vanligt, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald