
Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur fingið eitt tilmæli um at skipa kanningar fyri ílegusjúkur í Føroyum.
Tilmælið leggur upp til, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, ið hava ein munandi hægri títtleika í Føroyum enn aðrastaðni.
Mælt verður eisini til, at snikka pinkubarnaskreeningina betur til føroyska tørvin og ílegusjúkur, sum hava serliga høgan títtleika í Føroyum.
Landsstýriskvinnan við heilsumálum fegnast um, at arbeiðsbólkurin hevur lagt eina ítøkiliga ætlan fram:
- Við hesum tilmælinum hava vit eitt gott grundarlag, at fara víðari við arbeiðinum at tryggja, at vit í Føroyum hava eina skipan, sum kann fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum. Harumframt at tryggja at børn, sum bera ávísar lekiligar ílegusjúkur, fáa skjóta viðgerð, sigur hon.
Tilmælið leggur upp til, at komandi foreldur fáa møguleika at vita, um tey eru berarar av seks deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast. Mælt verður eisini til, at arvafrøðilig ráðgeving stendur berarapørum og berarum í boði, og at undirvísing í fólkaskúlanum og á miðnámi um ílegusjúkur og arvagongdir eigur at raðfestast.
Harumframt verður mælt til at víðka verandi pinkubarnaskreening við ílegukanning fyri ávísar ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast, soleiðis at hesir nýføðingar kunnu setast í viðgerð skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.
Í tilmælinum eru eisini kostnaðarmetingar og viðkomandi etiskar metingar gjørdar.
Landsstýriskvinnan fer at viðgera tilmælini saman við Heilsumálaráðnum, áðrenn støða verður tikin til, hvussu kanningar fyri ílegusjúkur í Føroyum skulu skipast.
Tilmæli um kanning av ílegusjúkum í Føroyum kann lesast her.
Arbeiðsbólkurin
Á sumri 2024 varð ein arbeiðsbólkur settur at orða eitt tilmæli. Arbeiðsbólkurin var skipaður undir Heilsustýrinum. Hesi sótu í bólkinum:
- Bjarni á Steig, stjóri, Heilsustýrið, formaður.
- Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, fulltrúi, verkætlanarleiðari, Heilsustýrið
- Katrin Eivindardóttir Danielsen, PhD, fulltrúi, Heilsustýrið
- Fróði Joensen, yvirlækni, Sjúkrahúsverkið
- Birita K. Samuelsen, funktiónsleiðari á Rannsóknarstovuni, Sjúkrahúsverkið
- Maria Skaalum Petersen, professari og leiðari á Heilsugranskingareindini, Sjúkrahúsverkið
- Jan Simonsen, deildarstjóri, Heilsumálaráðið
- Andreas Sjóvará, fulltrúi, Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald