Innanlands

Skulu hava nýtt valstað á Argjum

Tað er ov trupult hjá illgongdum fólki og fólki í koyristóli at koma til verandi valstað í róðrarneystinum

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-06-20 11:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Valstaðið á Argjum kann ikki longur nýtast. Soleiðis verður skriva í samband við at Tórshavnar býráð í kvøld skal taka støðu til um valstaðið skal flytast.

Orsøkin er at sum umstøðurnar eru á Argjum, er tað sera trupult hjá illa gongdum fólki, og hjá teimum sum sita í koyristólum, at koma til valhølið í róðrarneystinum á Argjum. Brekkan oman til valhølið er ov brøtt til koyristólar og illa gongd fólk, trappan til valhølini er ikki nóg trygg at ganga í.

Sagt verður at veljarar í rullistóli ikki sleppa inn í valklivarnar, tí teir eri ikki breiðir nokk til rullistólar.

Hesi viðurskifti mugu broytast til næsta val, antin við at bøta um verandi viðurskifti,
ella flyta valstaðið í Látrið í skúlanum á Argjahamri.

Neyðugt verður at keypa nýggjar klivar, eins og teir í høllini á Hálsi.

Samb. Húsaumsitingini er Látrið vælegnað til valhøli.

Kommunustjórin mælir býráðnum til at valstaðið á Argjum verður flutt í skúlan á Argjahamri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder