2020-01-30 09:54
Í gjárkvøldið løgdu semingsmenninir Terje Sigurðsson og Símun Absalonsens semingsuppskot fyri partarnar í ósemjuni á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Kringvarp Føroya veit at siga, at Starvsmannafelagið hevur kallað álitisfólk síni inn til fundar fyrrapartin at viðgera semingsuppskotið.
Semingsmenninir hava biðið partarnar um at svara semingsuppskotinum klokkan 13 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald