Tvøroyrar Býráð viðgerð í kvøld staðseting av nýggjum skúla. Í dag húsast Tvøroyrar skúli í tveimum bygningum – einum í miðbýnum á Tvøroyri og einum í Trongisvági.
Komið er nú hartil, at býráðið vil taka avgerð um at staseta nýggjan skúla, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Í nógv ár hava skiftandi býráð viðgjørt spurningin um nýggjan skúla. Staðfest er, at nýggjur skúli kann byggjast í Trongisvági, men undanfarna býráð ynskti at kanna møguleikan um verandi skúli á Tvøroyri við um- og nýbygging kundi nýtast til framtíðar skúla. Longu á sumri 2014 fekk kommunan uppskot frá Páll Holm Lave arkitekti, ið varð biðjin um at gera uppgávuna. Tað vísti seg, at tað bar væl til at út- og umbyggja skúlan á Tvøroyri. Uppskotið er lagt fram fyri bæði skúlamyndugleikanum og borgarunum á Tvøroyri.
Undanfarna býráð valdi at raðfesta nýggjan barnagarð fyrst og síðan nýggjan skúla. Nú er man komin hartil, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tí má býráðið nú taka støðu til hvar nýggjur skúli skal staðsetast. Møguleikin er til staðar bæði í Trongisvági og á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald