
Tað var klokkan 13:37 at boðað var frá ferðsluóhappi í Eysturoyartunlinum. Bara ein bilur var í óhappinum.
Eitt fólk var í bilinum, og var flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst á vaktleiðaranum á politistøðini, var ikki talan um nakran stórvegis fólkaskaða.
Bilurin rendi beint inn í súluna í rundkoyringina í Eysturoyartunlinum. Listaverkið dansiringurin, sum Tróndur Patursson hevur gjørt, fekk skaða. Ógreitt er hví óhappið hendi, men bilførarin var ikki ávirkaður. Málið verður kannað víðari.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at óhapp er hent í rundkoyringini í Eysturoyartunlium, og eisini tá fekk listaverkið skaða.
Fyri ikki at fáa bíðirøðir inni í tunlinum varð hann stongdur í ein tíma ella so, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald