Innanlands

Sló og hótti annan mann

Eitt harðskapsmál var í Havn í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-29 08:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

 

Eitt harðskapsmál var í Havn í gjár. Tað var um 18 tíðina, at løgreglan fekk eina fráboðan um at ein maður hevði sligið ein annan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey fáa ikki sagt so nógv um málið beint nú, tí at málið verður kannað. Men løgreglan hevur fingið fatur á manninum sum sló. Eisini verður sagt, at maðurin hótti tann, sum hann sló.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder