Innanlands

Slóðbrótandi samskiftis-app løgd fram

AVAZ FO appin er eitt hent samskiftis-amboð til teirra, ið eru orðleys ella bara hava trupult við at tosa. Mentamálaráðið sær amboðið sum verandi sera hent hjá skúlum, foreldrum, taluráðgevum og øðrum, ið hava ábyrgd av at læra orðleys alternativt samskifti

Kirstin S. Rasmussen, Hanna Jensen og Aimi Justinussen

Kirstin S. Rasmussen, Hanna Jensen og Aimi Justinussen

2019-07-12 21:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska samskiftis-appin AVAZ FO, sum Mentamálaráðið hevur stuðlað, og sum Aimi Justinussen og Kirstin S. Rasmussen hava umsett og tillagað føroysk viðurskifti, er nú liðug. Tær báðar løgdu fram um appina og greiddu frá, hvussu hon verður nýtt, og hvussu hetta fer at gagna einum bólki av føroyingum, sum hevur manglað rætta samskiftisamboðið, sum kann gera tey fræls at koma til orðanna. Landsstýriskvinnan takkaði Aimi og Kirstin fyri stóra og týdningarmikla arbeiðið, sum leggur eina sterka grund undir framhaldandi menning fyri børn við autismu, og hon segði seg vóna, at amboðið fer at røkka víða og verða gagnnýtt væl í komandi døgum.

AVAZ FO appin er eitt hent samskiftis-amboð til teirra, ið eru orðleys (non-verbal), ella bara hava trupult við at tosa.

Mentamálaráðið sær amboðið sum verandi sera hent hjá skúlum, foreldrum, taluráðgevum og øðrum, ið hava ábyrgd av at læra orðleys alternativt samskifti.

At læra at samskifta er ein mannarættur, og fyri at allir okkara borgarar skulu hava javnbjóðis rættindi, er sera umráðandi, at tey onkursvegna kunnu koma til orðanna. AVAZ FO er eitt amboð, ið kann geva hesum eina rødd.

Útgávudagurin er settur at vera 20. august 2019, so AVAZ FO appin er tøk tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.

- Mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder