Fjølrit býtir nú út kr. 490.141,29 til rættindahavarar at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu fyri innan øki, ið Fjølrit umsitur.
Upphæddin stavar frá gjaldinum fyri brúk innan skúlaverkið sum heild í 2020, sum tað ikki hevur borið til hjá Fjølriti at rinda út á annan hátt, og sum tí frá 1. januar 2024 er at rokna sum fyrnd viðurløg eftir § 43 í lógini um upphavsrætt.
Treytin fyri at fáa part av gjaldinum er, at ein hevur givið út verk frammanundan, og at ein ætlar at arbeiða við ella framleiða eitt ella fleiri nýggj verk innan eitt av økjunum, sum feløgini í Fjølriti í dag umboða, tað vil siga tekstir, myndlist ella tónlist (nótar). Eisini skal viðkomandi vera skrásettur sum rættindahavi.
Tað ber til at senda inn fleiri fráboðanir, men tað ber í mesta lagi til at fáa útgjald fyri fimm fráboðanir. Støddin á upphæddini, sum ein fær, er treytað av, um nýggja verkið er eitt stakverk sum til dømis ein stuttsøga, ein grein, ein sangtekstur ella ein støk fotomynd, ella eitt heildarverk sum til dømis eitt bókaverk, ein framsýning ella eitt tónleikaverk (nótar).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald