Innanlands

Sløkkiliðið fingið nýggjan stjóra

Heini Østerø hevur fingið hægstu ábyrgd av sløkkiliðinum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-10-12 15:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fíggjarnevndin avgjørdi á fundi 10. oktober at seta Heina Østerø í starv sum sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði.

Heini varð settur í fast starv sum sløkkiliðsmaður hjá Tórshavnar sløkkiliði í 1997, og í 2003 varð hann settur sum átaksleiðari. Seinastu tíðina hevur Heini røkt starvið sum fyribilssettur sløkkiliðsstjóri.

Heini hevur drúgvar leiðsluroyndir hjá Sløkkiliðnum og hevur harumframt tikið útbúgving sum liðleiðari og átaksleiðari innan brunatrygd v.m., skrivar Tórshavnar kommuna.

Frammanundan er Heini útbúgvin bilmekanikari og hevur m.a. starvast hjá Strandferðsluni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder