Innanlands

Sløkkiliðið í Sunda Kommuna fingið tveir nýggjar brandbilar

Hetta ger, at sløkkiliðið kann vera skjótari úti til uppgávur

Mikkjal Hansen, sløkkiliðsleiðari, við einum av teimum báðum nýggju bilunum - Mynd: Sunda Kommuna

Mikkjal Hansen, sløkkiliðsleiðari, við einum av teimum báðum nýggju bilunum - Mynd: Sunda Kommuna

2019-07-23 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunda Kommuna skrivar, at sløkkiliðið í kommununi nú hevur fingið tveir brandbilar afturat. Tann størri skal hava støð í Hósvík og tann minni í Haldórsvík. 

Bilarnir eru væl útgjørdir. Teir hava hátrýstpumpur, sum kunnu spræna 27-30 litrar um minuttin. Í bilunum eru vatntangar, sum taka 175 litrar. Pumpurnar kunnu eisini spræna skúm. Sambært kommununi kunnu nýggju bilarnir gera, at sløkkiliðið kann vera skjótari á staðnum við fyrsta innsatsi.

[object Object](Teir tríggir bilarnir ið kommunan hevur - Mynd: Sunda Kommuna)

Býráðið setti 525.000 króunur av til hesar íløgur á fíggjarætlanini fyri 2019, og hendan íløgan í brandbilar og pumpur er í tráð við tilbúgvingarætlanina, sum kommunan arbeiddi við seinasta vetur og vár. Hetta er eisini ein ein greið raðfesting av trygdini.

Sløkkiliðið hjá Sunda kommunu telur 20 mans, og sløkkiliðsleiðari er Mikkjal Hansen. Brandstøðin er á Oyrarbakka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder