Í kvøld verður Earth Hour, ella Tími jarðinnar, sum hann verður nevndur á føroyskum.
Talan er um eitt altjóða tiltak, sum verður fyriskipað av felagsskapinum World Wide Fund for Nature (WWF). Fyrsta Earth Hour tiltakið varð hildið í avstralska býnum Sydney í 2007, og síðani eru fleiri stórbýir kring heimin farnir at taka lut í tiltakinum, sum nú verður fyriskipað á hvørjum ári um hesa tíð.
Tiltakið hevur til endamáls at fáa fólk, samfeløg og fyritøkur at sløkkja ljósið í ein tíma fyri at varpa ljós á verðurlagsavbjóðingar og minka um CO2-útlátið.
Eins og undanfarin ár, verður tiltakið stuðlað av fleiri føroyskum kommunum, sum í hesum sambandi fara at sløkkja gøtuljósini í kvøld frá klokkan 20.30 til 21.30.
16 kommunur hava boðað frá, at tær taka lut í Earth Hour í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald