Innanlands

Smádreingir spældu við eld

Sløkkiliðið varð boðsent at sløkkja eld í Gulu Smiðju

Gula smiðja (Mynd: Google)

Gula smiðja (Mynd: Google)

2019-02-12 08:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár um 16:25 fekk løgreglan eina fráboðan um at nógvur roykur var í Gulu Smiðju í Saltangará.

- Tað vísti seg at verða talan um nakrar smádreingir, sum ikki vistu heilt hvussu eldur fungerar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Dreingirnir høvdu bygt sær eitt lítið bál ella líknandi, sum teir høvdu sett eld í. Sløkkiliðið varð sent á staðið og eldurin var sløktur, og eingin stórur skaði stóðst av eldinum.

Løgreglan fór at leita eftir dreingjunum, sum vóru funnir. Síðani var eitt prát tikið við foreldrini at dreingjunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder