Innanlands

Small um kvøldið fyri at hann skuldi byrja á skúlanum aftur

Teknarin, miðlamaðurin, sjónleikarin, tónleikarin og politikarin o.m.a., Jógvan á Høvdanum, doyði í London leygarkvøldið

2019-01-08 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið bórust boðini um at kendi klaksvíkingurin, búsitandi í Kunoy, Jógvan á Høvdanum (y) er deyður, einans 39 ára gamal.

Hann doyði leygarkvøldið júst afturkomin til London eftir eina væleydnaða jólaferiu saman við familju og vinum í Føroyum.

Jógvan var nýliga byrjaður at lesa á einum listaskúla í London fyri har at menna sínar viðføddu gávur sum eitt nú teknari.

Sum teknari gjørdist hann fyrst kendur fyri sínar teknirøðir ”Langt úti”, sum vórðu givnar út í ungdómsblaðnum Krydd, sum Dimmalætting gav út fyri um 20 árum síðani. Hansara tekningar hava eisini verið at sæð á hansara egna tíðindaportali, Norður Portalurin og aðra staðni við eisini. Ikki minst í sambandi við stríðið móti Paul Watson, tá Sea Shepherd-felagsskapurin herjaði í Føroyum móti grindadrápi. Her var Jógvan á Høvdanum, við sínum kampanjutekningum móti Paul Watson, ein av undangongumonnunum í stríðnum móti Sea Shepherd.

[object Object]Ein av tekningunum hjá Jógvani á Høvdanum

Jógvan gjørdi eisini vart við seg, tá hann til seinasta løgtingsval stillaði upp sum valevni fyri Sjálvstýri, ella Nýtt Sjálvstýri, sum tað æt tá. Og sigast má, at valstríð hansara var eitt sindur øðrvísi, eins og hann eisini sjálvur var í nógvum viðurskiftum.

Jógvan á Høvdanum small um og doyði á eini matstovu í London nærhendis næmingaheiminum hann búði á. Hann og nakrir lestrarfelagar vóru farin út at eta saman í sambandi við at skúlin nú skuldi byrja aftur eftir jólastøðgin.

Meðan Jógvan á Høvdanum var heima í jólafrí, var hann gestur hjá bæði Jákupi Magnussen í Góðan Morgun Føroyar hjá Útvarpi Føroya, og í sendingini Metis hjá Eivindi Jacobsen á R7.

Hoyri samrøðurnar:

Teknarin farin til London at menna seg 

Prát við Jógvan á Høvdanum , sum lærir at gera teknifilmar í Bretlandi 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder