Uttanlands

Smitta umborð á neyðhjálparskipi til Tonga

Vanlukkurakta oyggjalandið óttast covid-19. Higartil er bert ein tilburður skrásettur – tað var eitt ferðafólk

Avstralska herskipið fór úr Adelaide við neyðhjálp til Tonga í síðstu viku (Mynd: EPA)

Avstralska herskipið fór úr Adelaide við neyðhjálp til Tonga í síðstu viku (Mynd: EPA)

2022-01-25 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ivasamt er nú hvussu neyðhjálpin, sum Avstralia hevur sent til oyggjabólkin Tonga við einum herskipið, kann koma fram.

Orsøkin er, at 23 av manningini, sum telur 600, eru rakt av korona, skrivar Reuters.

Tonga oyggjabólkurin hevur hart brúk fyri neyðhjálp eftir eina ógvusliga gosspreinging næstseinasta leygardag.

Avstralski verjumálaráðharrin, Peter Dutton, sigur, at arbeitt verður við eini loysn hvussu neyðhjálpin kann avskipast uttan at skipi leggur at landi.

- Tørvurin á neyðhjálp er stórur, men samstundis óttast tey eisini fyri at verða smittað við covid-19, sigur verjumálaráðharrin.

Øll manningin á skipinum er koppsett, og tey 23, sum eru smittað, og nærmastu sambond teirra, eru nú í sóttarhaldi umborð.

Í Tonga hevur bert verið ein tilburður av koronasmittu undir allari heimsfarsóttini – tað var eitt ferðafólk úr New Zealandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder