Í Ný Sælandi hava tey nú staðfest tveir nýggjar tilburðir av koronavirus. Tað upplýsti landsins heilsumálaráðharri í nátt, okkara tíð.
Fráboðanin kemur bert eina viku eftir, at landið boðaði frá, at tað nú hevði bast koronavirusinum.
Jacinda Ardern, forsætisráðkvinna, hevur tó ávarað um, at tað fóru at koma nýggir tilburðir til landið.
- Vit skulu vera vís í, at vit fara at fáa nýggjar tilburðir. Tað er ikki tekin um, at okkara arbeiði er miseydnað, tað er bara veruleikin fyri hetta virusið, segði Ardern fyri viku síðani.
Nýggju tilburðirnir verða, sambært heilsumálaráðnum, settir í samband við eina ferð úr Bretlandi.
Undan hesum tilburðinum hevur ongin smitta verið staðfest í Ný Sælandi í tríggjar vikur. Síðsta mánadag slapp seinasti smittaði persónurin við koronavirus úr sóttarhaldi.
Tað fekk ný sælandsku stjórnina til at seta allar avmarkingar úr gildi fyri at forða smittuspjaðing. Tó var framhaldandi strangt við ferðing til og úr landinum.
Sambært John Hopkins University hevur landið við 4,9 milliónum íbúgvum bert upplivað 22 deyðstilburðir, sum kunnu setast í samband við smittuna. Tilsamans hava 1.504 verið smittað í Ný Sælandi.
Tað er ein fyrimunur, at talan er um eitt oyggjaland, sum sostatt kann stýra, hvør ferðast til og úr landinum, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald