2020-12-05 14:27

Síðan 2008 hevur SMS latið jólahjálp til familjur við fíggjarligum avbjóðingum. SMS letur 100 gávukort á 1.000 krónur, og tá freistin at søkja um jólahjálp var úti í gjár, vóru 160 umsóknir komnar inn.
Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, við Útvarpið.
Jólahjálpin frá SMS er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum, men pør við børnum kundu eisini søkja.
SMS hevur fingið Barnabata at viðgera umsóknirnar, og helst fáa fólk svar í komandi viku, sigur Niels Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald