Innanlands

Smuglaðu fýra kilo av hassji við fraktskipi

Í vikuni hava tollarar hjá Taks lagt hald á fýra kilo av hassji, sum roynt var at smugla til Føroya

(Mynd: Taks)

(Mynd: Taks)

2025-12-19 17:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vanliga hoyra vit, at rúsevni verða smuglað til Føroya við Norrønu ella um flogvøllin í Vágum, men smuglað verður eisini á annan hátt.

Taks sigur, at tollarar í vikuni løgdu hald á fýra kilo av hassji, sum roynt var at smugla til Føroya við fraktskipi.

Málið er nú latið løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder