Innanlands

Smyril avlýsir fyrru túrarnar: Brek á kølivatnsskipanini

Túrarnir kl. 8.30 av Krambatanga og kl. 11 av Havnini verða ikki sigldir

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2026-04-04 09:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vegna brek á kølivatnsskipanini á Smyrli verða túrarnir kl. 8:30 av Krambatanga og kl. 11 av Havnini ikki sigldir. Smyril siglir aftur av Krambatanga kl. 17.30.

Hesum boðar Strandferðslan frá í morgun.

Dimmalætting skrivar á heimasíðuni, at ferðafólk vóru komin umborð áðrenn boðini komu um tekniska brekið. Tey hava fingið bjóðað at vera verandi umborð, men tey flestu eru farin í land aftur, sigur dimma.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder