Innanlands

Smyril avlýsir túrar og bussleiðir í Suðuroynni koyra ikki meira í kvøld

Veðrið ávirkar samferðsluna í kvøld

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

2019-02-08 18:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri veður er seinasta fráferðin hjá Smyrli í kvøld av Krambatanga og fráferðin í morgin klokkan 7 úr Tórshavn avlýst.

Siglt verður aftur av Krambatanga í morgin klokkan 9:30, og síðani verður siglt sambært ferðaætlanini, sigur Strandferðslan.

Eisini bussar í Suðuroynni eru ávirkaðir av veðrinum. Fyri veður koyrir leið 700, sum koyrir millum Tvøroyri, Vág og Sumba ikki meira í kvøld. Somuleiðis koyrir leið 701 ikki til Fámjins í kvøld.

Boðað verður frá nakað av vindi í kvøld. Veðurstøðin hjá Landsverk mátar 38 metrar um sekundi í hvirlunum um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum.

Fylg veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder