2025-05-26 07:37

Boðað verður frá nógvum vindi, og hetta ávirkar eisini siglingina hjá Strandferðsluni.
Boðað verður frá, at eingin sigling er millum Sørvág og Mykines í dag, og túrarnir hjá Smyrli av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 verða heldur ikki sigldir.
Um viðrar verður siglt av Havnini klokkan 16, og siglt verður sambært ferðaætlan tað ið eftir er av degnum, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald