Innanlands

Smyril avlýsir tveir túrar í kvøld

Veðrið ávirkar siglingina á Suðuroyarleiðini, og verður seinasti túrur av Havnini klokkan 16

Smyril siglir ikki tveir teir síðstu túrarnar í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Smyril siglir ikki tveir teir síðstu túrarnar í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-21 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið ávirkar siglingina á suðuroyarleiðini í dag, og boðar Strandferðslan frá, at tveir túrar hjá Smyrli eru avlýstir í kvøld.

Strandferðslan skrivar á heimasíðuna, at einastu túrarnar í dag eru av Havnini klokkan sjey, av Krambatanga klokkan 13 og av Havnini klokkan 16. Síðani verður ikki siglt meira fyri dagin.

Hetta merkir, at túrarnir klokkan 18.30 og 21.15 eru avlýstir

Lagt verður afturat, at Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broyttu ferðaætlanina. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder