2019-01-07 09:35
Strandfaraskip Landsins boðar frá, at ferðaæltanin hjá SMyrli verður broytt frá 14. januar 2019.
Strandferðslan skrivar, at ferðaætlanin hjá Smyrli verður tillaga í mun til støðugt økta farma-og ferðafólkaflutningin, og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt samsvarandi.
Hetta merkir, at nakrir túrar um vikuna verða fluttir við 15 til 45 minuttum.
Orsakað av alsamt økjandi farmaflutinginum, ið støðugt økir trýstið á trygdina, ger Strandferðslan eisini vart við verandi farmaflutningsreglur, sum í komandi tíð verða gjørdar meira ítøkiligar á Krambatanga.
Sí nýggju ferðaætlanina hjá Leið 7 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald