2026-02-01 12:25
Vegna veður broytir Smyril ferðaætlan í kvøld.
Siglt verður av Havnini klokkan 22 í staðin fyri klokkan 20 í kvøld, boðar Strandferðslan frá.
Bíleggingar til túrin klokkan 20 eru sjálvvirkandi fluttar til klokkan 22. Bygdaleiðir í suðuroy koyra samsvarandi broytingini.
Strandferðslan boðar eisini frá, at møguligar broytingar og avlýsingar kunnu væntast mánadagin og týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald