2026-03-24 13:07
Veðrið hevur longu havt við sær avlýsingar hjá Smyrli fyrrapartin, og nú boðar Strandferðslan frá fleiri broytingum í ferðaætlanini.
Túrarnir av Krambatanga klokan sjey og av Havnini klokkan 13 vórðu ikki sigldir, og túrarnir, sum skuldu vera av Krambatanga klokkan 16 og av Havnini klokkan 19 verða nú framskundaðir.
Túrurin klokkan 16 er framskundaður til klokkan 15.30, og túrurin klokkan 19 er framskundaður til klokkan 18.
Fleiri broytingar eru í siglingini hjá Strandferðsluni í dag vegna veður. Sí meira á ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald