Innanlands

Smyril framskundar túrin seinnapartin - avlýsir fyrstu túrarnar páskadag

Smyril framskundar túrin til klokkan 16

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-04 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fráferðin hjá Smyrli í dag 17.30 verður framskundað til 16, og túrarnir páskadag kl. 8:30 av Krambatanga og av Havnini kl. 11 verða ikki sigldir.

Orsøkin er, at Smyril í morgun hevði tekniskt brek, og strandfaraskipið mátti avlýsa fyrru túrarnar í dag.

Fyribils umvæling av brekinum hevur gingið so mikið væl, at fráferðin av Krambatanga seinnapartin kann framskundast nakað, men í morgin má brekið umvælast endaligt so Smyril aftur kann sigla við fýra motorum, og ikki við trimum sum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder