Ávísar broytingar eru gjørdar í ferðaætlanini hjá Smyrli fyri í morgin, mikudagin 20. september. Hetta er vegna nógva vindin, ið verðurforsøgnin vísir á til í annaðkvøld.
- Fyri veður verður siglt soleðis á leið 7, mikudag 20. septembur:
Av Krambatanga klokkan 6:00 og kl. 11:30. Av Havnini kl. 8:45 og kl. 16:00. Túrarnir av Krambatanga kl. 18:45 og av Havnini kl. 21:15 verða ikki sigldir.
Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari í dag. Lagt verður afturat, at av tí, at siglt verður vestanfyri kann roknast við seinkingum.
Tveir túrar eru eisini tiknir av ferðaætlanini á Leið 8 hósdagin 21. september. Hetta er tó ikki vegna veður men ymiskar dagføringinar.
Sí eisini: Smyril avlýsir túrar hósdagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald