Innanlands

Smyril siglir ikki tveir av túrunum í dag

Talan er um túrarnar kl.16.30 av Havnini og 18.30 av Tvøroyri

Arbeiði og eftirlit av trygarútgerðini umborð á Smyrli ávirkar í løtuni siglingina um Suðuroyarfjørð

Arbeiði og eftirlit av trygarútgerðini umborð á Smyrli ávirkar í løtuni siglingina um Suðuroyarfjørð

2019-04-27 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandferðslan boðaði í vikuni frá, at fráferðirnar hjá Smyrli í dag, leygardagin 27.april,  kl. 16 av Havnini og 18.30 av Tvøroyri verða ikki sigldar.

Orsøkin er, at arbeitt verður uppá trygdarútgerðina umborð á skipinum.

Júst hetta ávirkar í løtuni, hvussu nógv fólk kunnu ferðast við Smyrli. Vegna eftirlit av trygdarútgerðini er mest loyvda tal av ferðandi hvønn túr 430. Hetta er galdandi í tíðarskeiðinum 23. apríl til og við 1. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder