Innanlands

Smyril siglir øðrvísi enn ætlað sunnudagin

Hetta er vegna útsetta kappróðurin, sum byrjar við barnróðri klokkan 12.30 í morgin.Tríggir túrar vera aftur og fram sunnudag, meðan fráferðin av Krambatanga mánamorgunin verður avlýst

Ferðaætlanin í dag er óbroytt, men í morgin og mánamorgunin eru broytingar, boðar Strandferðslan frá (Mynd: Sverri Egholm)

Ferðaætlanin í dag er óbroytt, men í morgin og mánamorgunin eru broytingar, boðar Strandferðslan frá (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-21 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandferðslan: Av tí at kappróðurin á jóansøku leygardag 21. juni er fluttur til sunnudag 22. juni, verður siglt soleiðis á leið 7:

Sunnudagur 22. juni

Av Havnini kl. 7:00

Av Krambatanga 9:30

Av Havnini kl. 12:00

Av Krambatanga kl. 15:30 

Av Havnini kl. 18:00

Av Krambatanga kl. 21:15


Mánadagur 23. juni

Fráferðin av Krambatanga kl. 6:00 verður avlýst. Siglt verður av Havnini kl. 8:45, og siglt verður smbr. ferðaætlan tað ið eftir er av degnum.

GG! Ferðaætlanin fyri leygardag 21. juni er óbroytt


Plássbíleggingar 

Tey, ið hava bílagt pláss á fráferðini av Havnini kl. 9:00 leygarmorgun 21. juni, kunnu brúka ferðaseðilin og plássbíleggingina til sunnumorgun 22. juni kl. 7:00.

Nærri kunning viðv. øðrum ferðaseðlum og bíleggingum kemur leygardagin 21. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder