
Einki av skipunum hjá Strandferðsluni fór fyrstu túrarnar í morgun orsaka av sera ringa veðrinum.
Smyril skuldi fara fór sín fyrsta túr klokkan 11.30 av Krambatanga, men sleppur ikki avstað orsakað av nógva vindinum:
- Smyril sleppur ikki frá kai í løtuni. Smyril er lastaður og klárur at sigla, so skjótt sum tað er møguligt. Nærri kunning kemur so skjótt sum nakað nýtt er
Hetta skrivar ssl.fo. Har ber til at fylgja við broytingum í ferðaætlanini.
Strandferðslan upplýsir, at Sam byrjar at sigla aftur kl. 15.30. Sam fór í dokk beint fyri nýggjár og skal aftur síðst í hesum mánaðinum.
Kalsoyarleiðin er í løtuni tann einasta, saman við Suðuroyarleiðini, fer at koyra sum vant í kvøld. Óvist er við silglingini um Nólsoyarfjørð, Teistin siglir í fyrsta lagi kl. 18.35 og um Skopunarfjørð, Ternan siglir í fyrsta lagi kl. 16.20.
Alllar Bygdaleiðir eru fyribils avlýstar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald