2019-06-20 22:38
Fleiri hava spurt um at sleppa at síggja forvitnisliga ullavirkið á Strondum.
Hølini hjá Snælduni eru ikki júst gjørd til at hava nógv fólk á gátt hvønn dag, tískil er avtala gjørt við Visit Runavík um, at Snældan fer at taka móti gestum hvønn mikudag frá kl. 11-12 í summarhálvuni. Serkøn fólk vísa gestunum virkið.
Ullavirkið Snældan var stovnað í 1949. Á Strondum verður ullin vulfað, karað og spunnin til tógv. Ymiskar ullavørur verða framleiddar og eru til sølu bæði á Strondum og í Havn.
- Visit Runavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald