Teitur Skoubo vann Paradise Hotel 2019, og fór avstað við 300.000. Og pengarnir skulu brúkast upp á ferðir og at hava tað gott.
- Eg haldi at eg fari at ferðast, hava tað gott og ballast eina rúgvu, sigur Teitur Skoubo við Se og Hør í kvøld.
- Eg skal bara hava eitt gott lív, sigur hann.
Teitur Skoubo vann Paradise Hotel saman við Anne Plejdrup, men tað var bara havnardrongurin sum fekk pengar við sær. Hann snýtti nevniliga Anne, og stóð eftir við 300.000 meðan Anne stóð tómhent eftir. Anne kann tó rokna við einari gávu afturfyri.
- Vit fara at ferðast saman, sigur Teitur Skoubo við Se og Hør.
Anne Plejdrup ergraði seg tá upptøkurnar vórðu gjørdar fyri nøkrum mánaðum síðani. Í dag eru tey bestu vinfólk (Mynd: Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald