Innanlands

So at siga øll samferðslan liggur still fyribils

Oyggjaleiðir og bygdaleiðir avlýsa vegna nógva vindin

2023-02-20 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Almenna samferðslan hjá Strandferðsluni er so at siga øll avlýst í dag vegna veður.

Á heimasíðuni verður lýst við, hvussu tað verður koyrt og siglt í dag.

Oyggjaleiðirnar, sum eru avlýstar eru um Nólsoyarfjørð, Skopunar- og Hestfjørð og Suðuroyarfjørð.

Meira sæst á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder