2018-06-25 01:11
Klokkan 1 eydnaðist tað at fáa bingjuskipið Perseus av aftur, eftir at skipið fyrr í kvøld rendi seg fastan í nýggja grótkastinum í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn.
Samson gjørdi nakrar royndir at sleipa Perseus av, men tað eydnaðist ikki. Og um hálvgun eitt tíðina kom Brimil eisini at sleipa, og tá eydnaðist.
Tað var um 23 tíðina, at Tórshavnar Havn fekk fráboðan um, at bingjuskipið hevði rent seg fastan tá tað skuldi leggja at bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald