2021-04-09 14:15
Myndirnar omanfyri eru tiknar út gjøgnum vindeyga samstundis seinnapartin í gjár. Ein skuldi næstan ikki trú, at hetta var í sama lítla landi, men onnur myndin er úr veðurgóða Vágsbotni í Havn og hin undir Klakki í Klaksvík.
Gamaní var eitt lítið følv í høvuðsstaðnum, men tað var einki í mun til nógva kavan og vindin í norðara partinum av Føroyum.
Veðrið er nakað frægari í dag. Vindurin er minkandi, og næstu dagarnar lýkkar so smátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald