Samgongan er samd um, at verður Ruth Vang feld sum forkvinna í fíggjarnevndini í morgin, so verða allar nevndirnar í løgtinginum skipaðar av nýggjum.
Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, í viðmerking til útvarpið í kvøld.
Løgmaður sigur, at hóast samgongan telur 15, hevur hon tryggjað sær meiriluta í løgtinginum. Við Sonju Jógvansdóttir og Magna Laksáfoss, sum eru uttanflokka kemur samgongan upp á 17.
Løgtingið hevur fyrsta tingfund næsta fríggjadag, men av tí at fleiri tinglimir eru burtur tá, so verður nevndarvalið í aðru viku, veit útvarpið.
Les eisini: Ruth Vang verður helst koppað í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald