Søgan úr Fólkatinginum, har Formaðurin á Fólkatingi, Pia Kjærsgaard, bað Mette Abildgaard fara úr Fólkatingssalinum, tí at hon hevði fimm mánaðir gomlu dóttrina við, ferðast nú um allan heim.
Tað var í samband við eina atkvøðugreiðslu, at formaðurin á Fólkatingi segði, sambært Mette Abildgaard hjá teimum Konservativu, at hon var óynskt har við barnið sínum.
Ensku tíðindastovurnar BBC og The Guardian hava nú skriva um hendingina, har skrivað verður, at tað er undrunarsamt, at tílíkt hendir í einum landi, sum er kent fyri at ganga á odda fyri rættindunum hjá kvinnum.
Eisini Arabnews, France24 og Channel News Asia hava skrivað um hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald