
Anna Falkenberg hevur ættarbond til Oyrabakka og harvið Sunda kommunu, og í annaðkvøld verður hon at hoyra í bókasavninum í Skúlanum við Streymin
- Anna kemur at siga søguna um ungu kvinnuna, sum kom stormandi inn í føroyskan politik og heilt niður á Christiansborg.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari vegna Sunda Bókasavn. Nevndin fyri bókasavnið skipar javnan fyri tiltøkum á bókasavninum, sum venda sær til allar aldursbólkar.
Í morgin, mikudagin 15. februar, vitja Anna Falkenberg og floytibólkurin Útnyrðingur. Bólkurin hevur konsertferð í Íslandi fyri framman og fer at framføra við Streymin í annaðkvøld
Tiltakið við fólkatingskvinnuni og floytibólkinum byrjar klokkan 19, upplýsir sunda.fo.
Abbin hjá Annu Falkenberg, Edmund Joensen, hevur bústað á Oyrabakka (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald