Innanlands

Søgulig føroysk skjøl nú tøk á netinum

Rigsarkivet hevur avmyndað yvir hundraðtúsund søgulig skjøl, sum snúgva seg um Føroyar

2019-04-26 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðan á nýggjárinum hava upp í 15 fólk á deildini hjá Rigsarkivet í Viborg dagliga avmyndað og talgilt stóran part av skjalagoymsluni hjá Rigsarkivet, sum snýr seg um Føroyar.

Tey fyrstu skjølini – sum telja tilsamans 127.857 talgildar skjalamyndir – vórðu lagdar út á heimasíðuna hjá Ríkisskjalasavninum Arkivalieronline í gjár. Nú ber til hjá øllum áhugaðum at logga inn á heimasíðuna hjá Rigsarkivet og har leita fram ymisk skjøl viðvíkjandi Føroyum.

Á heimasíðuni eru skjøl frá Dansk Kancelli heilt aftur til 1583 umframt prestakallsbøkur. Har eru eisini eitt umfatandi savn av skjølum frá Kongiliga Einahandlinum og tann elsti parturin av skjølum frá løgmálaráðnum, sum umsat føroysk mál frá 1849 til 1935. Haraftrat koma fólkateljingar, deyðsattesir frá 1871 til 1971 og “Medicinalindberetninger” frá 1817 til 1944.

Meira í væntu
Magni Arge, fólkatingslimur sigur í tíðindaskrivi, at henda nýggja tænastan hjá Rigsarkivet bara er ein lítil partur av tí, sum koma skal. Tí hesi skjøl koma bara frá tí fyrsta lastbilinum við skjølum frá Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, sum vórðu flutt til Viborg til avmyndingar.

Í næsta mánaði fer aftur ein lastbilur fullur av skjølum úr Keypmannahavn til deildina í Viborg, har tey eru serkøn í at avmynda søgulig skjøl.

Mál viðvíkjandi Føroyum fluttu frá løgmálaráðnum til forsætismálaráðið í 1935, so skjølini frá forsætismálaráðnum frá 1935 til 1970 koma eisini fram í ljós. Nógv skjøl liggja alment frammi á Arkivalieronline, meðan bindingar kunnu vera lagdar á onnur skjøl. Í teimum førunum krevst ein umsókn um skjalainnlit.

Arbeiðið at avmynda føroysku skjølini á Ríkisskjalasavninum heldur fram alt árið, og tá tað er liðugt verður tað mesta av tilfarinum um Føroyar, sum liggur á Ríkisskjalasavninum, tókt hjá øllum at leita í á netinum.

Fekk samstarv í lag
Magni Arge greiðir frá, at ríkisskjalasavnið gjørdi eitt líknandi átak herfyri, tá øll kend skjøl viðvíkjandi Vestindisku oyggjunum vóru talgild og løgd á netið, so tað eisini liggur fyri hjá fólki uttan fyri Keypmannahavn at granska í skjalagoymslunum hjá Rigsarkivet.

- Tað var m.a. hetta, sum gav mær íblástur til at fáa eitt samstarv í lag millum danska ríkisskjalasavnið og føroyska landsskjalasavnið um at talgilda skjølini um Føroyar, so fleiri fáa atgongd til týðandi keldur, og vit fáa demokratiserað okkara søgu, skrivar fólkatingslimurin í tíðindaskrivi.

[object Object]
Magni Arge, fólkatingslimur, saman við starvsfólki hjá Rigsarkivet. Frá vinstru Lone Hedegaard Liljegren, økisleiðari, Ole Magnus Mølbak Andersen, varastjóri, Magni Arge og Herdis Jensen, deildarleiðari

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder