Innanlands

Søgulig semja steðgar stríði um fólksins ogn

Semja er gjørd millum allar partar, nú mælt verður til fiskidagaskipan eftir nýggjum leisti

Arbeiðsbólkurin, sum er komin við tilmæli um fiskidagaskipanina (Mynd: Sverri Egholm)

Arbeiðsbólkurin, sum er komin við tilmæli um fiskidagaskipanina (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-10 14:36 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í framtíðini verður helst ikki soleiðis, at løgtingið á um ólavssøkuleitið skal kjakast um, hvussu nógvir fiskidagar skulu latast heimaflotanum fyri hvørt ár. Kjakið í løgtinginum um fiskidagar hevur verið ógvuliga tvíbýtt. Spurningurin hevur verið, um rætt er at fylgja fiskidaganevndini, sum hevur verið umboða av vinnuni, ella um havstovan skal fylgjast, tá fiskidagatalið skal ásetast. 

Men nú er nýggj semja gjørd ímillum vinnuna, manningarfeløgini og havstovuna, sum tekur fiskidagarnar úr tinginum, soleiðis at landsstýrismaðurin skal áseta dagatalið eftir tilráðing frá Havstovuni. Tað er greitt eftir tíðindafund hjá fiskimálaráðnum í dag, har arbeiðsbólkur, sum sambært umsitingarætlanini skuldi koma við tilmæli um fiskidagaskipanina, legði úrslitið fram. 

Umsitingarætlanin, sum í seinasta lagi skal eftirmetast í 2023, skal samtykkjast av løgtinginum, men tað tykist ósannlíkt, at undirtøka ikki verður fyri henni, eisini eftir valið, tá allir partar í vinnuni taka undir við henni. 

Fiskidagatalið verður sjálvregulerandi
Munurin á galdandi fiskidagaskipanini og nýggja tilmælinum er, at ein roknileistur fer at áseta fiskidagatalið fyri hvørt ár. Og dagatalið kann einans hækka við fimm prosentum, lækka við fimm prosentum ella halda fram óbroytt frá árinum fyri. 

Havstovan skal á hvørjum ári lata eitt tilmæli, og lagt er upp til, at landsstýrismaðurin skal fylgja tilmælinum. Eitt hámark og lágmark er sett fyri, hvussu nógv kann fiskast. Um meira enn hámarkið verður fiska, lækkar dagatalið við fimm prosentum, og um minni enn lágmarkið verður fiskað, hækkar tað við fimm prosentum. Um veiðan liggur ímillum há- og lágmark, verður hildið fram við sama dagatali. 

Veiðireglan, sum útrokningarhátturin kallast, verður roknaður fyri tveir bólkar, sum eru bólkur 2 og bólkur 3-5. Veiðireglan fyri bólk 2 verður roknað út eftir, hvussu væl upsastovnurin er fyri, meðan veiðireglan fyri bólk 3-5 verður roknað eftir, hvussu væl toska- og hýsustovnurin er fyri. 

Tað vil siga, at fyri at dagatalið fyri fiskiskap eftir toski ella hýsu skal vaksa, skulu báðir stovnarnir vera væl fyri. Um meira enn lágmarkið verður fiska fyri eitt tosk, meðan støðan ikki er tann sama fyri hýsu, fær flotin ikki fleiri dagar til hvørki tosk ella hýsu á næsta ári.   

Skipanin skal eftirmetast í 2023 
Í lógini um fyristing av sjófeingi, sum er fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni, er ásett at umsitingarætlanin skal eftirmetast á hvørjum ári og vera galdandi fyri nøkur ár. Í framløguni hjá Peturi Steingrund, umboð fyri Havstovuna, varð sagt, at skipanin skal eftirmetast reguliga, men í seinasta lagi í 2023. 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur verði mannaður av umboðum fyri vinnuna, manningarfeløgini, fiskimálaráðið og havstovuna, sigur eisini í tilmælinum, at bólkurin hevur ikki havt tíð at viðgjørt fiskidagaskipanina og reguleringarnar í skipanini í síni heild, men tá spurt varð um hettar, varð sagt at ætlanin er at arbeiða víðari við hesum partinum. Tað snýr seg millum annað um at hyggja eftir økisfriðingum, sum eru galdandi í dag. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder