Uttanlands

Søgulig umbering til grønlendsk børn

Frágreiðing um tey grønlendsku sokallaðu 'eksperimentbørnini' varð kunngjørd í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-12-08 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin gav í morgun eina almenna umbering til tey 22 grønlendsku børnini, sum í 1951 vórðu send til Danmarkar.

Tað boðaði danska forsætismálaráðið frá fyrr í dag.

Tað hendir nú ein frágreiðing er gjørd í málinum.

Tey 22 sokallaðu ‘eksperimentbørnini’ vóru partur av eini sosialari roynd, har tey skuldu avvenjast við tað grønlendska fyri í staðin at gerast ein partur av dansktmælta úrvalsliðnum í Grønlandi.

Tað var undanfarna stjórnin, sum bílegði hesa frágreiðingina í februar í fjør.

- Eg havi fylt hesum málinum í fleiri ár, og eg gerist framvegis rørd av teimum menniskjaligu lagnunum, sum eru í hesum málinum, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna í tíðindaskrivinum.

- Atlitini hjá børnunum vóru sett til viks. Tey mistu bondini til teirra familjur og ætt, teirra lívssøgu, til Grønlands og harvið til sítt egna fólk, sigur Mette Frederiksen.

Mette Frederiksen segði í eini røðu í fjørsummar, at tað fyrsta hon fór at gera sum stjórnarleiðari var at bera fram eina umbering til ‘Godhavnsdreingirnar’ og ‘tey børn, ið vórðu tvingað at gerast donsk’.

‘Godhavnsdrengene’, ið vórðu fyri harðskapi og kynsligum ágangi í tíðini 1946 til 1976 á donskum barnaheimum, fingu eina almenna umbering í august í fjør.

Og nú kemur so umberingin til børnini.

- Vit kunnu ikki broyta tað, ið er hent. Men vit kunnu taka ábyrgdina á okkum, og geva teimum, vit skuldu ansa eftir, men svíktu, eina umbering, sigur Mette Frederiksen.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður hevur hesa viðmerking:

- Tað nívir meg at lesa um lagnuna hjá teimum 22 børnunum. Teirra serligi uppvøkstur fekk stórar avleiðingar fyri teirra viðurskifti til familjuna og samfelagið og ikki minst fyri teirra samleika sum grønlendingar.

- Nú skjótt 70 ár seinni, hava vit sjálvstýri og samstarvið millum Danmark og Grønland er nógv ment. Í dag eru vit javnbjóðis partar, sum í felag hyggja at søguni og merkja og síggja avleiðingarnar av farnum politiskum avgerðum.

- Vit hava lært og vilja altíð læra av okkara felags søgu, bæði ta góðu og tær minni góðu síðurnar av søguni, sigur Kim Kielsen.

Av teimum 22 eru seks eftir á lívi. Tey hava fingið eitt persónligt bræv frá Mette Frederiksen.

- Eg veit, at eitt bræv – eitt einstakt orð – ikki kann viga upp fyri lívslongum sakni. Og tað er tú, sum gert av, um umberingin kann brúkast víðari í lívi tínum, skrivar hon millum annað í brævinum, sambært Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder