Uttanlands

Søguliga langur stongsul er nú av

Ein lógarpakki, sum fíggjar amerikanska statsvaldið fram til 30. januar er samtyktur í Senatinum

Meirilutaleiðarin í amerikanska senatinum, John Thune, kunnar fjølmiðlar í gjár (Mynd: EPA)

Meirilutaleiðarin í amerikanska senatinum, John Thune, kunnar fjølmiðlar í gjár (Mynd: EPA)

2025-11-11 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein meiriluti í amerikanska senatinum hevur atkvøtt fyri einum lógaruppskoti, sum ger enda á søguliga langa stongslinum av statsvaldinum í USA.

Uppskotið varð samtykt við 60 atkvøðum fyri og 40 ímóti, skrivar BBC. Átta demokratiskir senatorar vóru við til at atkvøða lógaruppskotið ígjøgnum.

Tá lógaruppskotið er endaliga góðkent í Senatinum, skal tað viðgerast í umboðsfólkatinginum, áðrenn lógin endaliga verður skrivað undir av Donald Trump forseta.

Stongsulin av amerikanska statsvaldinum hevur vart í yvir 40 samdøgur, og er tann longsta av sínum slag í søguni.

Fleiri túsund alment sett starvafólk eru send heim uttan løn. Eisini hevur stongsulin m.a. rakt flogferðslu, matvøruhjálp og tjóðarlundirnar í USA.

Orsøkin er, at demokratarnir og republikanararnir ikki kundu semjast um nýtt uppskot til fíggjarlóg áðrenn freistina 1. oktober.

Tríggir demokratiskir senatorar, Angus King, Jeanne Shaheen og Maggie Hassan komu undir samráðingum fram til eina semju við republikanararnar um ein lógarpakka, sum í nátt var til viðgerðar í Senatinum.

Lógarpakkin, sum partarnir samdust um, fíggjar stjórnina fram til 30. januar, skrivar Reuters. Avtalan tryggjar matvøruhjálp í sonevndu Snap-skipanini, fram til september 2026. 42 milliónir amerikanarar eru bundnir av hesum mánaðarliga ískoytinum.

Formaðurin í umboðsfólkatinginum, republikanarin Mike Johnson, segði longu undan viðgerðini, at hann hevði vónir um, at uppskotið longu mikudagin kundi koma til viðgerðar í umboðsfólkatinginum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder