Innanlands

Søguligur dagur á Tekniska Skúla í Klaksvík

Fyrstu kokkalærlingarnir, ið hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini, hava nú fingið prógv

Mogens Højsted (í læru hjá Hotel Brandan) og Pætur Cadua Reinert (Glasir)

Mogens Højsted (í læru hjá Hotel Brandan) og Pætur Cadua Reinert (Glasir)

2026-06-22 15:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 19. juni kundu 34 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildunum á Tekniska Skúla umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina.

Harumframt fingu tveir næmingar á Matvørubreytini, Mogens Højsted og Pætur Reinert, handað prógv. Teir báðir eru fyrstu næmingar, sum hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini.

Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu 34 lærlingar umsíðir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Bárði á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum, felagssangi og góðum mati.

Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.

Tekniski Skúli í Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder